Koyriloyvi til G!

Koyriloyvi til bilar, skrásettir í Syðrugøtu, kunnu heintast í ovaru hædd í Valhøll týsdagin 15. juli millum kl. 16:00 og 19:00.

Fyri at lætta um bíðitíðina, eru tygum vælkomin at senda teldupost til sannadalbojacobsen@gmail.com, við upplýsing um nummarplátu og á hvørjari adressu viðkomandi bilar skulu hava pláss. Koyriloyvini verða gjørd klár so hvørt, og til ber at gera avtalu um at heinta koyriloyvi longu komandi vikuskifti, um ikki ber til at møta týsdagin.

Eru borgarar, ið hava tørv á koyriloyvi, men eru burturstaddir dagarnar fram til G!, verða hesir somuleiðis bidnir um at siga frá á omanfyrinevnda telduposti.

Koyriloyvi til tykkara vitjandi

Av trygdarávum er tað ein treyt, eins og undanfarin ár, at bilar hjá vitjandi skulu standa inni á matriklinum, har vitjað verður.

Gestaloyvini verða útflýggjað saman við tykkara egna koyriloyvi.

Search by