Sunnudagin 3.mai vitjaði Karlakór Vestmannaeyja í Eysturkommunu, sum er vinakommuna við Vestmannaeyjabær.
Teir vóru 19 mans við á Føroyaferðini, sum m.a. snúði seg um at vera gestakór á árligu kórstevnuni, sum í ár var hildin í Vestmanna í døgunum 1. og 2. mai. Teir lótu væl at sanggleði, støði og samanhaldinum í kórumhvørvinum í Føroyum, og kendu teir seg sera væl móttiknar har.
Á vitjanini í Eysturkommunu, sungu teir fyri teimum eldru, sum búgva á Giljagarði í Leirvík og síðani fyri teimum eldru, sum búgva á Gøtubrá í Norðragøtu. Og vit kunnu siga, at tað vóru lívgandi vitjanir og konsertir, sum bæði búfólkini og starvsfólkini vóru hjartans fegin um. Ein góður drekkamuður varð boðin gestunum á báðum støðum.
Vitjað var so í býráðshúsinum í Eysturkommunu, har greitt varð frá húsinum og hugleitt varð um vinabýarsambandið.
Síðani var stovukonsert hjá Tórheðini og Honnu Jensen. Og so var døgurði fyri kórinum, áðrenn vitjanin endaði um kvøldið og leið teirra gekk heimaftur til Vestmannaeyjar mánadagin 4.mai.
Á skránni til konsertirnar vóru íslendskir fosturlandssangir, kærleikssangir, sjómansvísur og veitslusangir – bæði lættari og meiri álvarsamir, og tað var serstakt at kunna njóta íslendska tungumálið framborið av vøkrum mansrøddum á føgrum løgum, eitt nú:
Eitt tað mest gevandi í einum vinalagi millum bygdir og býir og teirra kommunur er júst hetta fólksliga sambandið, sum kennist so sterkt, tá mentanarvitjanir eru. Einki kann sum listin binda okkum saman, og í hesum førinum tónlistin og sangskatturin, har vit hava tungumál, sum liggja so tætt, eina mentan og eitt samfelag, sum byggir á tað, sum havið gevur, og eina stórbæra náttúru beint fyri eygunum, sum vit elska at syngja um.
Vit takka fyri vitjanina og serstakliga fyri, at tit raðfestu at fara at syngja fyri okkara eldra fólki, sum býr á eldrasambýlunum í Leirvík og Gøtu. Tað var vakurt!
Vinirnir í Eysturkommunu