Tiltak: Føroya Regatta 2017 í Leirvík

Byrjar

8. jul. 2017 kl. 19:00

Endar

9. jul. 2017 kl. 14:00

Stað

Leirvíkar havn

Lýsing

Í ár kemur Føroya Regatta til Leirvíkar.

Leygarkvøldið 8. juli stevna seglskip og bátar inn á Leirvík og verða liggjandi til dagin eftir. Fleiri tiltøk verða á bryggjuni nú vit fáa slíka veitslukenda vitjan.

Regattaflotin legst við bryggju kl. 19:00, men longu kl. 15:00 byrja tiltøkini á havnaøkinum.

SKRÁIN

Leygardagur 8. Juli

Kl. 13:00-19:00 – Báta-og listasavnið hevur opið

  • Rundvísing á Báta-og listasavninum verður kl. 15:00 og 18:00
  • Fyrilestrar á Báta-og listasavninum kl. 16:00 og 17:00.
  • Lýst verður nærri á Facebook.

Kl. 14:00-22:00 – Lávusarhús hevur opið

Kl. 15:00-04:00 – Primafisk selur fiskasuppu, fiskaburgara og aðrar fiskaúrdráttir.

Kl. 15:00-22:00 – Barnatiltøk á havnaøkinum

  • Hoppiborgir
  • Vaflu-og kaffisøla
  • Grilla pylsur og sneisabreyð
  • Rógva kano
  • Bogaskjóting
  • Bálkapping
  • Rómabolla-kapping
  • Spurnarkapping
  • Rógva flaka á landi
  • Fiskibrunnur

Kl. 15:00-23:00 – Sædis Glas hevur sølubás

Kl. 15:00-23:00 – Lávusarhús hevur sølubás

Kl. 19:00 – Regattaflotin legst við bryggju

  • Jóhan Christiansen, borgarstjóri, flytur fram røðu
  • Hans Eli Hansen, formaður í Felagnum Føroyak Træseglskip, ber fram heilsan.

Kl. 19:00-21:00 – Vitja Regattaflotan

  • Regattaflotin er opin fyri almenninginum at vitja umborð í 2 tímar, at síggja hvussu lívið varð umborð í gomlum døgum. Eisini verður skattajakt fyri børn, har spennandi vinningur verður latin.

Kl. 22:00-23:00 – ‘Syngið við’

Kl. 23:00-04:00 – Dansur við LM Band

Sunnudagur 9. Juli

Kl. 11:00 – Regattagudstænasta, við Niels Paula Danielsen, í Leirvíkar kirkju.
Tórhild Bjarkhamar luttekur við sangi.

Search by