Í kvøld 08. november kl. 19:00, ber til at uppliva, hvussu ein losjufundur var hildin fyrr. Øll eru vælkomin, limir og ikki-limir. Tað verður hildin hugnaløta og fundur í “gamlan stíl” við regaljum og ritualum. Áhugaði eru vælkomin at uppliva og síggja, hvussu hetta fór fram tá í tíðini. Eftir fundin bjóðar losjan nátturða og køku.
Losjan í Gøtu fyllur nevniliga 93 ár í dag tann 8. november.
Kl. 22:00 í kvøld skipar dansibólkurin í losjuni fyri “Upp á Tá dansi”.