Elevated Studio Shot of a Large Mixed Age, Multiethnic Crowd of Men and Women

Fólkatalið vaksandi í Eysturkommunu

Fólkatalið í Eysturkommunu vaks við 38 íbúgvum í 2016. Tann 1. januar 2016 búðu 2022 fólk í kommununi, meðan tann 1. januar í ár var fólkatalið 2060 – ein vøkstur á 1,9%.

Fólkavøksturin sæst aftur í fleiri kommunum kring landið. Tilsamans vóru vit 740 fleiri íbúgvar tann 1. januar 2017 í mun til árið fyri. Hetta merkir, at vit einans vóru 116 íbúgvar frá at vera 50.000.

Burðaravlopið í Eysturkommunu var 15, nettoflytingin til og úr Føroyum var 23, meðan innlendis nettoflytingin var -11. Tað vil siga, at 11 fleiri fluttu til aðrar kommunur í Føroyum enn fluttu til Eysturkommunu. Samstundis fluttu 71 íbúgvar til Eysturkommunu úr útlandinum, meðan 37 íbúgvar fluttu av landinum.

Les frágreiðing frá Hagstovuni um fólkavøkstur í 2016.

Search by