Skúlaspírin 2017-2018

Hósdagin 26. januar 2017 kl. 19.00 verður kunnandi fundur um Skúlaspíran. Fundurin verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Har fara Fríðfinnur og starvsfólkini at greiða frá, hvussu Skúlaspírin í Eysturkommunu er skipaður. Hanna Olsen greiðir frá frítíðartilboðnum á Gásamýri.

Týsdagin 31. januar 2017 kl 15.00 verður innskriving til Skúlaspíran. Innskrivingin verður í stovu 3, har Skúlaspírin heldur til. Havið avrit av dóps- ella navnaseðli við. Eisini verður heitt á tykkum um at hava ein seðil við, har hesir upplýsingar standa á: nøvn á foreldrum/avvarandi, bústaður og telefonnr. (bæði heima og til arbeiðis).

Vinarliga Skúlin í Eysturkommunu

Search by