Lestrarhølir til lesandi úr Eysturkommunu

Nógv lesandi ung eru heima í summarfrítíðini, hóast teirra “frítíð” eisini kann verða nakað merkt av skúlatingum til eitt nú próvtøkur ella uppgávur.

Í hesum sambandi bjóðar Eysturkommuna lesandi í kommununi vælkomnum at nýta hølið í niðastu hædd hjá Leirvíkar Arbeiðarafelag sum lesistovu, frá 20. juni til 19. august. Harumframt kunnu tey sum lesa fjarlestur eisini nýta hølið.

Her verða allir vanligir hentleikar tøkir, umframt at tey lesandi kunnu fáa sær ein te-ella kaffimunn.

Ynskir onkur at taka av hesum møguleikanum, kann viðkomandi seta seg í samband við Fríða B. Nielsen, vinnu- og mentanarsamskipara í Eysturkommunu, á tlf. 730028, ella fridi@eystur.fo.

Search by