Ung í arbeiði verður aftur í summar

Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna ungum næmingum úr 9. flokki lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi. 

Ung í arbeiði er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 27. juni til 15. juli. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 08.00 á morgni, og klokkan 16.00 er arbeiðsdagurin liðugur.

– Gjøgnum felags arbeiði og saman við starvsfólkum hjá kommununi bjóða vit ungum høvið at kenna arbeiðsmarknaðin og at gera mun í umhvørvinum, sigur Andreas Andreassen, tekniskur leiðari hjá Eysturkommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.

Search by