Barnafagnaður verður fríggjadagin 20. mai

Árligi Barnafagnaðurin í Eysturkommunu verður fríggjadagin 20. mai, har øll barnaansingin í Eysturkommunu skipar fyri nøkrum felags túrum fyri øll børnini.

Hesuferð hevur Frítíðarheimið í Leirvík ábyrgd av degnum, sum øll barnaansingin í kommununi tó er við til at fyriskipa. Fokus hesuferð er á náttúruna og nærumhvørvi, og tí verður skipað fyri gongutúrum, har børnini kunnu uppliva nærumhvørvið í kommununi og læra nakað av søgu aftanfyri hetta.
Túrur 1: Frá Undir Gøtueiði, uppum, í haganum og eftir innargarðsvegnum í Syðrugøtu. Túrurin endar á spæliplássinum í Syðrugøtu (longd: umleið 2 tímar).
Túrur 2: Frá seyðhúsinum ‘hjá Tummas’, sum er eitt sindur inn eftir gamla vegi omanfyri Syðrugøtu og út á rættina. Túrurin endar á spæliplássinum í Syðrugøtu (longd: umleið 1,5 tíma).

Túrur 3: Gjái og Brúsi taka støðu til um ella hvørji vøggustovubørn vera við. Eitt hugskot kundi verið, at tey møttust á Spæliplássinum kl. 13.00 og gingu ein stuttan túr út eftir gamla vegi í Syðrugøtu ella bara runt í Syðrugøtu.
Ætlanin er, at allir túrarnir enda á spæliplássinum í Syðrugøtu kl. 14.00. Har fáa børnini okkurt at eta og drekka, meðan Spæliland undirheldur frá 14.15 – 14.45. Dagurin endar kl. 15.00.

Víkingatema í fjør

Í fjør var barnafagnaðurin skipaður sum ein temadagur um Víkingar, har allir dagstovnarnir komu saman í Sarpugerði til ymsar verkstovur og annað (les meira).
Search by