Kanna tín oljutanga

Vit vilja vísa á og minna okkara borgarar á at kanna eftir, hvussu gamal oljutangin er, og um tíðin er komin at skifta hann út. Tilbúgvingarstovnur Føroya hevur vegleiðingar um oljutangar her, men vit fara tó at heita á borgarar um at kanna eftir, hvørjar treytir Tryggingarfelag tygara setir í sambandi við oljutangar.  

Hevur tú oljutanga skalt tú gera fylgjandi:

  1. Kanna tín oljutanga alt fyri eitt. Umhugsa at fáa ein serfrøðing at kanna tangan, rørleiðingar og oljufýr.
  2. Kanna, um tú hevur eina trygging, sum umfatar skaða á tíni hús frá egnum oljutanga ella frá olju úr húsi í grannalagnum.
  3. Er oljunýtslan óvanliga høg ella hevur tú brádliga merkt eina munandi hækking, eigur tú at umhugsa at kanna oljutangan.
  4. Um húsini eru keypt frá øðrum, tryggja tær so allar neyðugar upplýsingar frá fyrra eigaranum um, hvussu oljutangin er settur upp ella lagdur í jørðina, umframt vørulýsing og framleiðsluár.

Skalt tú hava nýggjan oljutanga:

  1. Tryggja tær, at nýggi tangin er sniðgóðkendur og at góðkenningarmerki er á tanganum. Eisini skal ein vørulýsing við framleiðsluári vera tøk. Minst til at goyma hana.
  2. Umráðandi er, at tangin liggur væl í lendinum, í sandi, so skaði ikki kemur á tangan. Fá tí altíð ein serfrøðing at góðkenna arbeiðið, áðrenn tangin verður tyrvdur.
  3. Kanna, um tú hevur eina trygging, sum umfatar skaða á tíni hús frá egnum oljutanga ella frá olju úr húsi í grannalagnum.
  4. Endurnýt ongantíð ein brúktan jørðtanga og legg ongantíð ein oljutanga í jørðina, ið ikki er egnaður til endamálið.

Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin!

Mynd og ráð frá faldara hjá Tórshavnar Kommunu

Search by