Ungdómskórið vann silvur í Eysturríki

Ungdómskórið í Gøtu kirkju hevur seinastu dagarnar verið í Eysturríkið og luttikið á altjóða kórfestivali. Kórið er nú liðugt við allar framførslurnar í BadIschl í Eysturríki. Kórið luttók í trimum kappingum – Kirkjutónleikur, Ungdómskór og Rytmiskum kórsangi – og fekk silvurdiplom í øllum trimum kappingunum.

– Støðið var sera høgt her, skrivar kórið á síni Facebook síðu. Í mun til kappingina í 2014, var hendan kappingin partur av Interkultur kappingunum, sum er tann felagsskapurin, sum umsitur altjóða styrkislistan fyri kór. So vit hava upplivað eitt sera høgt støði av kórsangi frá teimum 24 kórunum, ið luttóku her hesar dagarnar í Eysturríki.

– Vit eru tó samd um, at hóast støðið er sera høgt hjá Interkultur, so eru tað hesar kórfestivalarnar vit vilja luttaka á framyvir. Hetta hava verið nakrir fantastiskir dagar.

Vit ynskja ungdómskórinum, ið er undir leiðslu av Símun Hammer, hjartaliga tillukku við flotta avrikinum.
Search by