Á seinasta fundi játtaði býráðið eina millión til keyp av nýggjum sløkkiliðsbili til sløkkiliðið í Eysturkommunu. Bilurin er bílagdur og verður væntandi tikin í brúk í heyst.
Nýggi bilurin er ein Scania 340, sum áður er brúktur í Bornholm. Hann er sera væl útgjørdur og væl egnaður til bygdasamfeløg. Harumframt eru ymsar tillagingar gjørdar við bilin, tá Bornholm fyrra árið var í undantaksstøðu vegna nógvan kava. Bilurin er sostatt væl egnaður bæði til at basa eld, men eisini til ódnarveður, ferðsluóhapp og onnur endamál.
Gamli sløkkiliðsbilurin, ið nú er 38 ár, er ótíðarhóskandi og óálítandi, og tí hevur tørvur verið á nýggjum bili. Nú verður sløkkiliðið í Eysturkommunu útgjørt við tveimum góðum og væl egnaðum sløkkiliðsbilum.