1350 fólk til sjónleik í Losjuni

Seinastu 2 vikurnar hevur Losjan verið stúgvandi full av fólki til heili 15 sýningar av leikinum ‘Renn fyri vívinum’. Byrjað varð 4. apríl, og í morgin verður seinasta sýning í Losjuni við Gøtugjógv, ið er útseld eins og allar hinar sýningarnar.

Áleið 90 fólk hvørja ferð, ið merkir at góð 1350 fólk hava sæð leikin higartil. Men sjónleikaratoymið endar ikki enn, tí í næstu viku fara tey út í Løkshøll at framføra, har fyrsta sýning komandi mánakvøld longu er útseld.

– Í ár hava vit valt ein víðagitnan og ómetaliga stuttligan leik, og tað hevur gingið framúr væl, sigur Noomi Reinert, leikstjóri. Leikararnir hava verið fantastiskir og ikki føroyingum líkt, so hava fólk keypt atgongumerki í góðari tíð, og tað hevur verið útselt hvørt kvøld síðan vit byrjaðu.

Tilsamans 7 leikarar eru við í leikinum, og nærum allir búgva ella hava sín uppruna í Eysturkommunu. Tað er Sjónleikarafelagið Losjan, sum skipar fyri leikinum, og hetta er 5. árið á rað, at leikur verður fyriskipaður um hesa tíðina á árinum.

Aftaná sýningarnar í Løkshøll er ætlanin at fara víðari til Suðuroyar og síðan út í Nólsoynna at framføra leikin.

‘Renn fyri vívinum’
Skemtileikurin um forvirraða taxasjaførin John Smith, sum er giftur tveimum konum, er í roynd og veru ein klassikari, sum síðani 1983 hevur givið áskoðarum um allan heimin láturkrampar.

‘Renn fyri vívinum’ er ein farsa, har áskoðarin verður sogin inn í eina stuttliga og skjóttgangandi fløkju, sum nakrir av leikarunum royna at loysa, ímeðan aðrir ganga púra óvitandi. Heimskendi høvundurin Ray Cooney skrivaði leikin í 1983, og ígjøgnum ár og dag hevur ‘Run for your wife’, sum hann eitur á enskum, bæði verið nógv spældur og væl dámdur.

Search by