Skipað verður fyri kvøldsetu í Bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 9. apríl kl 19.
Borðreitt verður við forrætti, trimum høvuðs rættum og dessert. Vit hava fingið ein kendan føroyskan kokk at leggja okkum lag á við matgerð og eisini kemur hann at siga nøkur orð um eitthvørt forkunnugt.
Eitt upplagt høvi at hjá bindiklubbum, arbeiðsfeløgum og øðrum felagsskapum at njóta eitt hugnaligt kvøld saman við góðum fólki í góðum og hugnaligum umhvørvi við spennadi mati.
Kostnaður fyri tiltakið er 250,- kr. pr.persón.
Drekkivørur fáast til keyps á staðnum.