Kunnandi fundur um Skúlaspíran

Kunnandi fundur verður um Skúlaspíran, forskúlan í Eysturkommunu, mánadagin tann 18. januar kl. 19.00. Fundurin verður í Miðhøllini í Leirvíkar skúla. 


Fríðfinnur, Arndis og Tóra greiða frá, hvussu forskúlin í Eysturkommunu er skipaður. Hanna Olsen greiðir frá frítíðartilboðnum á Gásamýri.

Innskrivingin til Skúlaspíran
Innskrivingin til Skúlaspíran verður týsdagin 2. februar kl. 15.00 í stovu 3 í Leirvíkar Skúla, har Skúlaspírin heldur til.

Heitt verður á foreldur/avvarðandi um at hava dóps- ella navnaseðil við og ein seðil, har hesir upplýsingar standa á: nøvn á foreldrum/avvarandi, bústaður og telefonnr. (bæði heima og til arbeiðis).
Search by