Kórvenjingar hjá Eystanljóð byrjaðu aftur í gjárkvøldið 12. jan. í húsunum hjá Gøtu arbeiðararfelag (Gøtuvegur 12).
Á skránni í vár verða ymiskar smærri framførslur, umframt eitt mentunartiltak í bygdarhúsinum í Leirvík í apríl mánaði. Kórið luttekur eisini á kórfestivalinum, sum í ár verður í Norðurlandahúsinum 22.apríl.
Kórleiðari verður Leif Hansen.
Fyriskipararnir boða frá, at um tú hevur hug at verða við í kórinum kann tú møta upp til venjingar týskvøld kl. 19.30.
Um Eystanljóð
Eystanljóð er blanda kór ið syngur bæði verðsligan og kirkjuligan kórsang. Kórið varð stovnað í 1986 og kallaðist tá Felagskórið Gøta/Leirvík. Við í kórinum hava hvørt ár verið uml. 20-35 kórsangarar – serliga úr Gøtu og Leirvík, men eisini úr Klaksvík og ymsum øðrum bygdum í Eysturoynni.