Stórt nýggjárshald verður í Leirvík í morgin 31. desember 2015. Byrjað verður úti í Høvdavirkinum kl. 19.00, har eitt satt fýrverksbrak verður frá kl. 20.00 – 22.00.
Vanliga kyndlagongan í Leirvík byrjar kl. 23.30, og nýggjársbálið verður tendrað á midnátt. Bálið verður við neystini við bátahylin. Møguligar broytingar verða at finna á “Leirvíkingar á Facebook”.
Kyndlarnir verða gjørdir klárir í kvøld kl. 19.00, í gamla bingjuplássinum í Leirvík. Øll eru vælkomin at hjálpa til.