Í morgin, leygardagin 19. desember kl. 17, kemur jólaskipið á vitjan í Leirvík. Sannur jólahýrur er millum fólk, tá ið hugnaliga og vælprýdda Jólaskipið við øllum jólamonnunum leggur at bryggju í Leirvík. Børn og vaksin gleða seg hvørt ár sera nógv til hesa hátíðarløtu.