Aftur í ár varð skipað fyri fríðkanarátaki í Eysturkommunu – hesuferð við heitinum ‘Vakrasti urtagarður’. Tríggir vinnarar vórðu funnir, umframt at 3 herðaklapp vóru givin til aðrar vakrar urtagarðar.
Vinnararnir vóru hesir:
1. pláss: Jonna og Jens Klæmint Jacobsen, Norðragøta
2. pláss: Valborg Jacobsen, Syðrugøta
3. pláss: Anna og Petur Jákup Heinesen, Leirvík
Herðaklapp: Bergitta og Óli Lervig
Herðaklapp: Jóhanna og Eifinnur á Reynatrøð, Leirvík
Herðaklapp: Joan og Jóan Pauli Jacobsen, Norðragøta
Ein 3-manna dómsnevndi ferðaðist runt í kommununi og hugdi at teimum ymisku urtagørðunum. Síðan var endaliga metingin løgd fram til móttøku í heyst.
Í dómsnevndini sótu Rita Larsen, gartnari og umboð fyri Eysturkommunu, Sædis Eilifsdóttir, umboð fyri borgaran, og Berit L. við Rætt, gartnari og uttanveltað sakkøn.
Lendið er væl útnyttað, linjurnar eru bleytar og týðiligar. Hekkur, trø og runnar eru væl skornir, eins og grasvøllurin er væl hildin.
Handverkið er væl útført við arkitektoniskum linjum. Omanfyri hava tey megnað at fingið hagan inn í urtagarðin, sum ein natúrligan part.
Vit meta at hesin urtagarðurin brýtur frá øðrum gørðum, við síni samanrenning av arkitekturi og náttúru.
2. Valborg Joensen
Eigarin av urtagarðinum hevur gott eyga fyri litum og harmoni. Í urtagarðinum er gott samanspæl ímillum hæddirnar á plantunum og litspælið. Vakurt og róligt.
Tað sæst týðiliga, at áhugin fyri plantum er stórur og at eigarin dámar væl at royna ymiskar nýggjar plantur. Valborg hevur sjálv megnað, við eini mongd av plantum, at skapa ein hugnaligan og harmoniskan urtagarð.
3. Anna og Petur Jákup
Urtagarðurin hjá Onnu og Petur Jákup liggur í Leirvík. Hann er í tveimum pørtum. Omanfyri hava tey megna at skapa eitt hugnaligt umhvørvið har gamalt og nýtt møtast í góðum samspæli við hvørt annað.
Niðanfyri er vælhildin grasvøllur og ein mongd av ymiskum trøum og runnum. Ein snøggur køkshavi er niðast í urtagarðinum. Køkshavin fellur væl inn í myndina.
Urtagarðurin er sera væl hildin. Urtagarðurin liggur framvið vegnum og er eitt prýði fyri umráðið.
Herðaklapp: Óli og Bergitta Lervig
Urtagarðurin liggur í Leirvík og liggur miðskeiðis í bygdini. Urtagarðin eiga Bergitta og Óli Lervig. Urtagarðurin er bygdur upp av smáum beðum og gøtum. Hugnaligt er at ganga ímillum beðini á reinum og væl røktum gøtum. Tú verður drigin inn í urtagarðin av forvitni og kemur útaftur við eini góðari kenslu.
Herðaklapp: Jóhanna og Eifinnur á Reynatrøð
Urtagarðurin hjá Jóhonnu og Eifinn liggur í Leirvík og er sera spennandi og væl røktur. Tú gerst ovfarin, tá tú kemur heilt inn í garðin og sært stóra plantu úrvalið og væl røktu runnarnar. Garðurin er livandi og litríkur og man kann ganga leingi inni í garðinum og undrast.
Herðaklapp: Joan og Jóan Pauli Jacobsen
Hesin urtagarðurin hjá Joan og Jóan Pauli Jacobsen liggur í Norðragøtu. Hann er sera reinur, vakur og vælhildin. Flísalagt tún, træ terassa og føroyskt lagaðir grótgarðar. Reinar og beinar linjur, eru við til at gera urtagarðin harmoniskan.