El-talvuvirkið í Gøtu, eisini kent undir navninum ”Eyðun í Gøtu”, sum er eigarin av virkinum, hevur framleitt eltalvur og veitt tænastur innan elveiting seinastu 33 árini. Í dag, fríggjadagin 6. november, hevur virkið móttøku fyri líkasum at staðfesta, at tað gongur bara heilt væl!
Seinastu árini hevur El-talvuvirkið serliga ment sær førleikar at veita tænastur til skip og tað, sum hevur við sjógvin at gera. Í hesum sambandi fekk virkið virðisløn á Vinnudegi hjá Eysturkommunu fyri at hava ment eina orkuspariskipan umborð á fiskiskipum. Á móttøkuni fara fólk frá Faroe Origin at greiða frá úrslitum, sum orkuspariskipanin hevur viðført umborð á Róki, sum er eitt av teirra skipum.
Somuleiðis fer Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, at hugleiða um El-talvuvirkið og tess virksemi.
Tann yngsti er 18 – tann elsti 77 ár
El-talvuvirkið hevur havt nógvar lærlingar gjøgnum ár og dag, og hevur tað framvegis. Í dag eru millum 15 og 20 fólk í starvi, harav 8 eru lærlingar. Aldursspjaðingin er eisini stór – yngsti maður er 18 ár, og elsti er 77 ár. Tað er Magnus Heinason, sum øll árini hevur arbeitt á virkinum og framvegis hevur sína gongd á El-talvuvirkinum viðhvørt. Á móttøkuni verður Magnus Heinason heiðraður fyri at hava myndað og ment felagið í 28 ár.
Vøruframsýning og nýggjan samleika
El-talvuvirkið heldur til í nýumvaldum hølum í Norðragøtu, og á móttøkuni verður høvi at síggja og royna tað vøru- og tænastu úrval, sum El-talvuvirkið hevur at bjóða í dag. Virkið hevur arbeitt við at fáa sær ein nýggjan grafiskan samleika, og hesin verður avdúkaður á móttøkuni.
Tað verður tó framvegis Eyðun, ið fer at standa sum oddviti fyri virkið, og miðvíst menna núverandi marknaðarstøðu.
Tónleikur og myndaframsýning
Móttøkan verður í dag, fríggjadagin 6. november, frá klokkan 15.30 – 18.00, og undir móttøkuni verður tónleikur og myndaframsýning. Okkurt gott verður til matna, og øll eru hjartaliga vælkomin.