Árliga jólasølan í Glyvra Hanusarhúsi

Í mong ár hava fólk tikið seg saman og skipa fyri eini hugnaligari og dygdargóðari jólasølu í sjarmerandi umhvørvinum í gamla býlinginum í Norðragøtu.

Sølan byrjar í morgin fríggjadagin 06. november kl. 16.00 og er opin til kl. 20.00 Leygardagin 07. november er hon somuleiðis opin millum kl.16.00 og 20.00

Eit flott úrval av bundum vørum, prýðislutum, jólapynti, smúkkum og øðrum lutum og pløggum hava øll árini eyðkent tiltakið og eitt gott prát afturvið einum drekkamunni við køkum til, er partur av upplivingini hesar dagar, tá økið hjá Gøtu Fornminnissavni og Blásastova eru karmar um autentiska mentan.

Vónandi hittast vit mong í Gomlu Norðragøtu um vikuskiftið.

Search by