Jólakalendari fyri tiltøk í kommununi

Jólakalendari er gjørdur fyri øll almenn tiltøk, sum eru í Eysturkommunu fram til jólar. Hetta merkir, at tú lættliga kanst kunna teg um hvat fer fram.


Síggj jólakalendaran her.

Uttan iva eru fleiri tiltøk, sum enn ikki eru komin í jólakalendaran. Tí er møguleiki hjá tær at boða frá almennum tiltøkum við at trýsta á grøna knøttin ovast í jólakalendaranum, har tað stendur ‘Send inn tiltak’. Tú kanst eisini senda eitt teldubræv til fridi@eystur.fo við upplýsingum um tiltakið, ið tú ynskir við í jólakalendaran.
Síðan kanst tú skriva tínar kontakt upplýsingar (verða ikki vístar alment, men so vit kunnu seta okkum í samband, um spurningar eru), yvirskrift fyri tiltakið, nær og hvar tiltakið er, evt. mynd og lýsing av tiltakinum.
Tú kanst lata fleiri vita um jólakalendaran við at trýsta á ‘Deil/Share’ niðanfyri og deila hendan stubban á tín Facebook vanga.
Search by