25 grundstykkir tøk í Syðrugøtu í 2016

Fyrst í komandi ár sleppa 17 húsarhald framat at grava og byggja í Syðrugøtu. Nýggi vegurin, ið verður gjørdur oman frá Garðabrekku, verður liðugur í ár og letur upp fyri 17 nýggjum grundstykkjum.

Síðan verður annar vegur gjørdur omanfyri hin fyrra , og tá verða 8 grundstykkir tøk afturat. Hetta gevur tilsamans 25 nýggj grundstykkir í Syðrugøtu í 2016 umframt tvey, ið longu eru tøk.

Í løtuni standa 56 á bíðilista eftir at fáa grundstykki í Syðrugøtu, ið er tekin um at fleiri ynskja at flyta til og byggja nýtt. Samanlagt fyri kommununa standa 73 á bíðilista eftir at fáa grundstykki.


Niðanfyri sæst tekningin fyri hvussu nýggja bústaðarøkið í Syðrugøtu fer at síggja út.

Útstykking í Syðrugøtu 2015-2016

Search by