Konsert í Tøting við LYON og Konni Kass

Leygarkvøldið 12. september kl. 20.30 bjóðar Tónleikasamtakið Grót til tað, sum tey kallað eitt satt brak av eini konsert í Tøting, har LYON og Konni Kass fara á pall. Fyrireikararnir skriva soleiðis um hesi bæði.

Lyon Hansen
Lyon Hansen úr Gøtugjógv hevur nýliga útgivið sína fyrstu fløgu, og er konsertin leygarkvøldið tí eisini ein útgávukonsert. Fløgan ið ber heitið LYON, inniheldur 11 løg, sum ferðast nokkso víða, hvat viðvíkur sjangrum. Felags fyri øll løgini er tó, at tey eru sera nærverandi, kenslurík, ærlig og tónleikagóðskan er í topp, siga fyrireikararnir. 

Lyon hevur eina sangrødd í serflokki, umframt at hann eisini er klaver og gittarleikari. Men sambært fyrireikarunum er orsøkin til, at tú átti at komi til hesa konsert, at Lyon skal upplivast á konsert, tí hann hevur eitt øgiligt yvirskot av orku, sum hann blæsur útyvir áhoyraran. Lyon hevði helst bestu konsert í Tøting nakrantíð, tá hann seinast spældi her. Nú kanst tú uppliva Lyon við fullum útblástri, saman við bólki sínum.

Konni Kass

Konni Kass kom við einum braki inn á føroyska tónleikapallin í vár, tá hon sannførandi vann árligu talentkappingina Sement, sama kapping sum Lyon vann í 2014.

Konni er í hesum døgum í Studio Block í Havn, har tey leggja seinastu hond á hennara fyrstu útgávu.

Hóast Konni nústani ger vart við seg sum sangarinna og tónleikari á egnari tónleikaverkætlan, er Konni dugnalig á saxofon og gittara, umframt at verða ein framúr góð songkvinna.

Tónleikurin er melodiøskur poppur við einum ísletti af electro. Manningin í bólki hennara er ikki minni spennandi, tí undir hennara lið verða Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein & Torleik Mortensen.

Les meira um tiltakið her.

Search by