Um ein mánað samlast ung úr øllum landinum til ungdómslistastevnuna Ung í Føroyum. Eysturkommuna stuðlar stevnuni og eggjar ungum í kommununi, sum eru listarliga áhugaði, at luttaka.
Ung í Føroyum verður tann 12.-14. oktober og er fyri ung millum 13 og 19 ár. Hesar dagar kunnu tey ungu royna seg á verkstovum innan tónleik, sniðgeving, myndlist, bókmentir og sjónleik. Eisini verða pallframførslur og listaframsýningar við verkum, sum luttakararnir sjálvir hava gjørt ella fyrireika undan stevnuni.
Eysturkommuna stuðlar tiltakinum við eini sonevndari double-up avtalu, sum ger at luttøkugjaldið kann vera munandi bíligari.
Ungu luttakararnir á stevnuni rinda eitt luttøkugjald á kr. 800,-, men hetta endurspeglar ikki, hvat stevnan veruliga kostar fyri hvønn luttakara. Double-up avtalan inniber, at fyri hvønn luttakara úr kommununi stuðlar Eysturkommuna við upphædd tilsvarandi teirra luttøkugjaldi.
Freistin at tekna seg til ráðstevnuna er longu sunnudagin 13. september, og fyrireikararnir siga, at 90 ung sleppa við.