Jóhanna Vest er sett í starv sum nýggjur leiðari á dagstovninum Brúsa í Leirvík, í samband við at Sigvør Gregersen hevur valt at fara úr starvinum 1. juli.
Jóhanna er úr Klaksvík, er útbúgvin námsfrøðingur og hevur áður starvast sum leiðari í útibarnagarði í Klaksvík.