Komandi vikuskifti (3.-5. juli) verður vinabýarstevna í Leirvík. Eini 70 gestir úr Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark koma higar í sambandi við stevnunua. Tað var í 2005 at gjørt varð av, at eitt Norrønt felag skuldi stovnast, og hesum felagi varð litið til at taka sær av vinabýarsambandinum hjá Leirvík. Síðan hava tær kommunur, sum hava verið við í vinabýarsamstarvinum, skifts um at skipa fyri stevnum.
Í ár er so fallið Leirvík, ella Eysturkommunu, í lut at skipa fyri. Evnið fyri stevnunua hesaferð er tónleikur. Í hesum sambandi er eitt lítið strúkaraorkestur við í ferðalagnum úr Svøríki, og millum norðmenninar, ið koma, eru tveir kirkjuorganistar. Men krúnan á verkinum verður helst, at tað gamla kenda gentukórið í Leirvík aftur fer at syngja.
Kl. 17.00 Gestir og vertir hittast í bygdarhúsinum
Kl. 20.00 Aftankvirra í Leirvíkar kirkju. Leirvíkar gentukór syngur.
Kl. 10.00 Hanna Jensen, býráðslimur, setir stevnuna. Norðurlendsku fløggini verða drigin á stong. Fuglafjarðar hornorkestur spælir frá kl. 9.30
Kl. 11.00-11.30 Kaffi í bygdarhúsinum
Kl. 11.30 Útferð við bussum til Gjáar. Steðgað verður við Blásastovu.
Kl. 16.00 Fundur millum Norrønu feløgini og umboð fyri býráðini
Kl. 16:00-18:00 Lávusarhús er opið í sambandi við N. stevnunua. Húsið bjóðar kaffi og vaflur.
Kl. 19:00 Galladøgurði í bygdarhúsinum.
Kl. 11:00 Norðurlendsk gudstænasta í Leirvíkar kirkju
Kl. 13:00 Máltíð í bygdarhúsinum (gestir og vertir)
Kl. 14:00 Gongutúrur í bygdini. Vitjað verður á bátasavninum og við víkingatoftirnar.
Kl. 16:00-18:00 Lávusarhús er opið í sambandi við N. stevnunua. Húsið bjóðar kaffi og vaflur.
Kl. 18:00 Stevnan endar.