Veturin hesaferð er umliðin við minninum um kava, brimgang og vind, og tiltrongt er, at vit taka lógvatak saman og taka alt óruddið upp. Árligi ruddingardagurin verður tí aftur á skránni hóskvøldið 28. mai frá kl. 16.30 til uml. kl. 20.00.
Hvørt ár møta fleiri borgarar í kommununi við góðum hugburði at rudda, og hetta gevur áræði til at halda fram. Av tí at foreldur og børn alt meira skulu nýta leygardagarnar til ítrótt v.m., valdu vit í fjør at taka ruddingardagin eitt kvøld mitt í viku ístaðin. Tað hevur fingið enn betur undirtøku, so tað verður roynt aftur í ár.
Heitt verður vinarliga á øll í kommununi, ung sum eldri, at taka lut eftir besta førimuni at rudda upp í náttúruni. Um tit møta hugagóð upp, gongur skjótt at rudda upp og fríðka um okkara nærumhvørvi.
Dagurin byrjar við høsnarunga og chips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta frá kl. 16.30 til kl. 17.15
Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.15 til uml. kl. 20.00.
Alt órudd verður savnað í hóskandi rúgvur/sekkir fram við vegnum soleiðis, at IRF-bilur og kranabilur sleppa væl til. Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir, og tað, sum ikki brennir.
Handskar og plastsekkir verða útflýggjaðir, tá farið verður at rudda, og annars so hvørt sum tað manglar (ringið tlf. 73 00 27 eftir fleiri sekkjum o.ø.).
Ætlanin er ikki, at henda løtan skal nýtast til at rudda út frá egnum urtagarði, kjallara, bilhúsi, o.t. Hetta hava fólk framvegis møguleikan til sjálvi at koyra í bingjurnar á bingjuplássinum í Leirvík aðrar tíðir. Har er opið mánadag-leygardag kl. 16-18.
Fólk frá kommununi byrja innsavningina av rúgvunum kl. 20.00, so rusk má ikki setast fram eftir hetta.
Øll gevast at rudda kl. 19.45. Øll, ið hava luttikið í ruddingini, bæði úr Leirvík og Gøtu, savnast í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20.00 til ein skjótan kaffimunn við kringlu e.ø. og saft til børnini.
Aftur í ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, plantupakka heimaftur við. Hesin verður útflýggjaður í sambandi við kaffimunnin í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20. Ikki ber til at koma áðrenn kl. 20 eftir plantum.
Um mett verður, at veðrið ikki verður til vildar hetta kvøldið, verður tiltakið útsett, og lýst verður í útvarpinum á middegi sama dag umframt á www.eysturkommuna.fo.
Aftur í ár verður vinarliga heitt á øll, ið eiga lutir, bilvrak o.t. standandi á almennum ella privatum økjum um at fáa beint hetta burtur sum skjótast. Viðvíkjandi bilvrakum (bilum uttan nummarspaldri) eru flest øll kunnað um, at hesi kunnu bert beinast burtur á rættan hátt við at senda tey til KOB (Brennistøðin á Sandvíkarhjalla), har tú fært kr. 4.000,- fyri hvørt bilvrak við ánaraváttan.
Sambært kunngerðini um umhvørvisreglur §1, stk. 1 og 2, er ikki loyvt at “goyma” órudd, íroknað bilar, uttan nummarspjaldur, hvørki á almennum ella privatum økjum.
Um bilvrak og tíllíkt órudd verður standandi, verður heitt á løgregluna um at taka sær av hesum uttan aðra ávaring.
Tey, ið hava jørð, gerði, v.m. verða biðin um vinarliga at rudda upp træsprek, hegn, net og annað órudd og fáa hetta burturbeint í røttu bingjurnar á bingjuplássinum – helst innan ruddingardagin. Um hetta tó verður savnað og borið til vegjaðaran sjálvan ruddingardagin, vil kommunan taka hetta við í innsavningina tá. Kommunan fer sera treyðugt inn á tíllíkt privat at taka upp, men hetta er til ampa og sær sera ófantaligt út í okkara umhvørvi, ið annars kundi verið so vakurt.