Eysturkommuna hevur sett vinnu- og mentanarsamskipara í starv. Talan er um 41 ára gamla Fríði B. Nielsen, sum framyvir kemur at samskipa arbeiðið innan vinnu og mentan í kommununi.
Fríði hevur útbúgving innan stjórnmálafrøði og hevur drúgvar royndir sum samskipari. Hann hevur m.a. starvast sum varaleiðari í FSF í 8 ár, og hevur seinastu tíðina verið verkætlanarsettur fulltrúi í Kappingareftirlitinum.
23 umsóknir komu inn til starvið, sum umfatar samskipan av virksemi á vinnuøkinum m.a. innan ferðavinnu, kreativa vinnu, og siðbundnari vinnu, og á mentanarøkinum m.a. innan savnsøkið, ítrótt, tónleik, list og frítíðarvirksemi.
Vit bjóða Fríða hjartaliga vælkomnum uppí starvsfólkahópin.