Nýtt býráðshús í Eysturkommunu

Býráðið samtykti á fundi mánakvøldið at taka av lægsta tilboðnum uppá byggingina av nýggja býráðshúsinum, sum verður niðri á Oyruni í Norðragøtu. Tilboðið var frá KBH og var áljóðandi kr. 14.744.806,- u/MVG.

Harafturat valdi býráðið, eftir tilmæli frá fyrisitingini, at gera nakrar broytingar við m.a. fasaduna og glasveggir innan, sum vóru við í upprunaverkætlanini, fyri ein meirkostnað á kr. 400.000,-. Samlaði kostnaðurin fyri alla byggingina verður sostatt kr. 19,3 mió. + innbúgv.

Nýggja og stásiliga býráðshúsið kemur at verða karmur um alt politiskt og fyrisitingarligt arbeiði hjá kommununi í framtíðini. Almenna kommunala snarskivan kemur eisini at halda til her.

Harumframt er býráðshúsið partur av miðstaðarætlanini niðri á Oyruni í Norðragøtu. Húsið er serstakt á tann hátt, at tekjan kemur at virka sum ein almenn gongubrúgv við uppihaldsøki tvørturum Eiðisá.

Talan er sostatt ikki bert um ein vanligan skrivstovubygning, men eina fríðkan av umhvørvinum niðri á Oyruni og eitt eyðkennisstað í Eysturkommunu.

Bygningurin verður 698m2 til støddar, harav 578m2 eru skrivstovur, fundarhølir, móttøka, býráðssalur v.m. 120m2 eru goymslur og tøknirúm.

Search by