Skattainntøkan 7% hægri í 2014

Skattainntøkan hjá Eysturkommunu var góð 7% hægri í 2014 enn í 2013, vísir roknskapurin fyri farna árið. Í 2014 komu kr. 70,1 milliónir inn í persónsskatti umframt 9,8 milliónir í felagsskatti og skatti av eftirløn.

Hetta gevur eina skattainntøku á tilsamans kr. 80 milliónir, meðan hon í 2013 var kr. 74,8 milliónir, hóast skattaprosentið var óbroytt (21%).

Hægra skattainntøkan hevur eisini ført við sær, at óneyðugt var at taka lán, sum annars ætlað. Ístaðin vóru kr. 5,9 milliónir afturgoldnar av langfreistaðu skuldini, ið sostatt er minkað niður í kr. 42 milliónir.

Nettoskuldin hjá kommununi er sostatt kr. 29,3 milliónir, ið er umleið 41% av álíkningini.

Harafturat vórðu løgur gjørdar fyri kr. 20,6 milliónir, sum íroknað m.a.:

  • Frítíðarheimið á Gásamýri liðugt
  • Nýtt bingjupláss í Norðragøtu
  • Jarðarkeyp til útstykking í Syðrugøtu
  • Fríðkan av økinum kring sandin í Syðrugøtu
  • Nýggjar gøtur gjørdar við Húsgarðsvegin í Syðrugøtu, við Eiðisá í Norðragøtu og við Brúsá í Leirvík
  • Umvælingar av bátahylunum í Norðragøtu og undir Gøtueiði
  • Umvælingar gjørdar á dagstovninum Gjáa

Harafturat vórðu løgur gjørdar í vegir, kloakkir og vatnveiting fyri áleið kr. 5 milliónir.

Rakstrarútreiðslurnar hjá Eysturkommunu í 2014 vóru kr. 55,6 milliónir, ið svarar til ætlaðu játtanina fyri árið.

Sí eitt greiðari yvirlit yvir fíggjarviðurskifti hjá Eysturkommunu her

Tak niður Roknskapin fyri 2014 her

Search by