Norrøn stevna í Eysturkommunu í summar

Vikuskiftið 3.-5. juli koma norðurlendskir gestir í hópatali til Eysturkommunu. Tá fara limir úr norrønu feløgunum at halda ta stevnu, ið við jøvnum millumbilum verður hildin í teimum býunum, sum Leirvík hevur sum vinabýir.


Hesar dagarnar eru mong ymisk tiltøk á skránni, eitt nú tónleikaframførslur, útferðir, veitsla í bygdarhúsinum o.a.

Mong minnast helst við gleði aftur á, tá stevnan varð hildin í Leirvík seinast. Vinabond vórðu knýtt, og mong hava vitjað í hinum Norðurlondunum og notið stóran blíðskap
Í sambandi við stevnuna søkir Norrøna felagið í Eysturkommunu eftir vertsfamiljum, ið kunnu hýsa norðurlendsku gestunum, dagarnar stevnan er.

Sigið frá hjá formanninum í Norrøna felagnum í Eysturkommunu Rúna Bjarkhamar á tlf. 443329 ella runi.bjarkhamar@skulin.fo.

Vinabýirnir eru:

  • Borgarnes í Íslandi
  • Falkenberg í Svøríki
  • Dragsholm í Danmørk
  • Ullensaker í Noregi.

Search by