Aftur í ár verður skipað fyri tónleikafestivali á røktarheimsøkinum í Runavík.
Leygardagin 16. mai kl. 16.00 fer “Seniorfestivalurin – festivalurin fyri tey tilkomnu” av bakkastokki.
Umframt at fleiri av okkara bestu tónleikarum/bólkum luttaka, fær festivalurin í ár vitjan av norska bólkinum SPUTNIK, sum m.a. er kendur við slagaranum “La os leve for hver andre…” og “Luk op din hjerte dør…”
Onnur, sum koma at luttaka eru: Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm , Alex og Kristina Bærentsen
Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum, siga fyrireikararnir.
Ætlanin er at seta pall og tvey telt upp á parkeringsøkinum omanfyri røktarheimið. Eisini verður Røktarheimið “opið” fyri festival gestum. Møguleiki verður eisini at keypa ymiskt gott til matna.
Ongin parkering verður á økinum hendan dagin og verður víst til parkeringsøkið við Ítróttarhøllina, læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðnis í nánd. Skipað verður fyri koyring frá parkeringsøkinum til festivaløkið.
Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum”. Einki aldursmark er sett, men fyrireikararnir siga tað tí soleiðis: tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum og ungum!
Luttakaratalið verður avmarkað og tí er tað umráðandi at ogna sær atgongumerki sum skjótast.
Atgongumerki kosta kr. 200,- og fáast til keyps á www.ere.fo, á Kunningarstovuni í Runavík (kunningarstovan@runavík.fo – tlf. 417060) og á skrivstovuni á røktarheiminum.
Eisini kunnu atgongumerki bíleggjast á tlf. 290211 ella 290212.