Listaframsýning í Gøtu á páskum

Aftur í ár verður Skúlin við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina í Eysturkommunu. Framsýningin letur upp langafríggjadag kl. 14:00 og er opin fram til og við 2. páskadag.


Tey ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hevur sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu.

Í ár eru listafólkini hesi:

  1. Tummas Jákup Thomsen
  2. Torgunn Eliasen
  3. Jens Klæmint Jacobsen
  4. Sabina Poulsen
  5. John V. Petersen
  6. Maigun Solmunde Othamar

Tey flestu hava havt framsýningar áður, og tó er hetta fyrstu ferð hjá onkrum

Framsýningin er opin hesar dagarnar um páskirnar
03/4 – Langi fríggjadagur 14:00 -18:00 fernisering
04/4 – Leygardagur 14:00 -19:00
05/4 – Páskadagur 14:00 -18:00
06/4 – 2. páskadagur 14:00 -18:00

Search by