Sunnudagin 22. mars var framsýning hjá kvøldskúlanum í Eysturkommunu. Tónleikaframførslur á gittar og klaver settu dám á løtuna, og myndlist og bundnar vørur fyltu skúlastovurnar.
Hann Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu, helt eina røðu um kvøldskúlan og takkaði Karl Thomsen, kvøldskúlaleiðara, fyri trúgva og góða tænastu, nú hann hevur valt at steðga í tí starvinum eftir hetta kvøldskúlaskeiðið.