Eivør hevur útgávukonsert í Tøting

Í samband við at Eivør gevur út nýggja fløgu er útgávukonsert í Tøting mikukvøldið 4. mars kl. 20, og sambært Facebook síðuni fyri tiltakið er tiltakið longu útselt.

Tað er Tónleikasamtakinum Grót, ið bjóða til tað tey kalla eina “serliga frumframførslu av nýggju útgávuni Bridges hjá Eivør”. Konsertin er ein liður í fyrireikingunum til konsertferð í Týsklandi, sum byrjar longu komandi vikuskiftið.

Eivør, ið má roknast sum eitt hitt størsta føroyska tónleikanavnið nakrantíð, kemur nú heim aftur í vøgguna í Syðrugøtu, eftir at hon saman við Íslendska Symfoniorkestrinum hevur hildið tríggjar útseldar konsertir í Hørpu, har m.a. fimm av løgunum á Bridges vórðu frumframførd. 

Í Føroyum fer hon at fyrireika seg til mánaðarlanga konsertferð í Týsklandi í sambandi við útgávuna av Bridges á evropeiska marknaðinum. Sum liður í fyrireikingunum til hesa konsertferð verður eksklusiv útgávukonsert í Tøting í Gøtu mikukvøldið, 4. mars.

Nýggja útgávan “Bridges” er tøk sum LP-, CD- og talgild útgáva. Í tí sambandi hevði Eivør eina framførslu í Tutl-handlinum fríggjadagin.

Stílurin er sonevndur ‘folktronica,’ har meiri traditionell løg við sangskrivaraelementum og streingjaljóðførum verða blandað saman við eksperimenterandi rytmum, ið allar byrjaðu sum ljóðupptøkur av røddini hjá Eivør og eyðkendu hondtrummu hennara.

Tilsamans myndar hetta eitt forkunnugt miks av fólka- og elektroniskum tónleiki, sum Eivør hevur framleitt í samstarvi við Trónda Bogasyni og Høgna Lisberg. Í henda mun er Bridges ein víðarimenning av stílinum, sum Eivør tók upp á seinastu útgávuni, Room, frá 2012.

Í ferðalagnum á konsertferðini í Týsklandi, verður eisini Marius Ziska, sum saman við Eivør skal á konsertferð við síni nýggjastu útgávu “Home”. Onkur teskaði í einum króki, at Marius nokk eisini fór at verða ein serligur gestur í Tøting mikukvøldið! 

Search by