Nýggjar brýr lagdar um Eiðisá og Brúsá

Kommunan er farin undir at gera gongugøtu framvið Eiðisá í Norðragøtu. Byrjað varð norðanfyri Sarpugerði, og í dag varð brúgv løgd um ánna norðanfyri Rokoko.

Arbeiðið er liður í ætlanini at fríðka um umhvørvið í kommununi. Nýtt bussskýlið verður eisini gjørt har, sum gøtan framvið Eiðisá verður knýtt í vegin við Ánna.

Sakaris Jacobsen hevur grivið gøtuna og Jósleiv Joensen hevur gjørt brúnna.


Brúgv um Brúsá
Eisini í Leirvík er nýggj brúgv fyri stuttum gjørd tvørtur um Brúsá, ið rennur mitt ígjøgnum bygdina. Brúgvin gongur tvørturum ánna beint við dagstovnin Brúsa, og er partur av nýggju gongugøtuni, ið gongur omanfyri Bønhústoft niðan í býlingin Nýggjagerði. 

Vit hava verið úti í góðveðrinum í dag og tikið nakrar myndir, ið tú kanst síggja niðanfyri. Trýst á lítla tekstin niðanfyri myndirnar fyri at síggja tær í størri hami.
Search by