Fótbóltsfelagið Víkingur skipar fyri víkingaveitslu fyri børnum úr 1.-8. flokki í kvøld, mikudagin 4. februar kl. 18-21. Freistin at tekna seg var úti í gjár, og um 130 børn og ung eru teknaði til veitsluna, boðar Víkingur frá.
Veistlan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík, har borðreitt verður við pizza, dessert og undirhaldi.
Fleiri hundrað børn og ung í kommununi eru regluliga virkin innan fótbólt hjá Víkingi. Felagið hevur 17 barna- og ungdómslið, ið venja bæði í Sarpugerði í Norðragøtu og á fótbóltsvøllinum í Leirvík.
Børn og ung, sum vilja verða við einum av Víkingaliðunum, eru vælkomin at møta upp til venjing. Fyri at vit nær viðkomandi venjingartíð er kanst tú skriva til Víking á vikingur@vikingur.fo ella á teirra Facebook síðu.
Mynd: Víkingaveitsla fyri 1.-8. flokk í 2013