Kunnandi fundur um Skúlaspíran

Kunnandi fundur verður um Skúlaspíran, forskúlan í Eysturkommunu, mikudagin 21. januar kl. 19.00. Fundurin verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Fríðfinnur, Arndis og Petra greiða frá, hvussu forskúlin í Eysturkommunu er skipaður. Hanna Olsen greiðir eisini frá frítíðartilboðnum á Gásamýri.

Innskriving til Skúlaspíran verður týsdagin 27. januar kl. 15.00 í stovu 3 í Leirvíkar skúla, har Skúlaspírin heldur til. Heitt verður á foreldur/avvarðandi um at hava dóps- ella navnaseðil við, umframt ein seðil, har nøvn á foreldrum/avvarðandi, bústaður og tlf. (heima og til arbeiðis) standa á.
Search by