Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum.
Stýrið og leiðsla fyri Heimatænastuna gleða seg til at fremja eitt gott og uppbyggjandi arbeiði á eldraøkinum, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum.
Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu, og vit hava lagt okkum eftir at skipa yvirtøkuna á ein hátt, so fólk í minst møguligan mun koma at merkja órógv.
Skrivstova 730200
Stýrið fyri Heimatænastuna
Jóhan Christiansen, formaður
Sonni á Horni, næstformaður
Oluffa Joensen, stýrislimur
Emma Rasmussen, stýrislimur
Sigga Óladóttir Joensen, stýrslimur
Leiðari fyri Heimatænastuna
Kristina T. Larsen