Jólakalendari er gjørdur fyri øll almenn tiltøk, sum eru í Eysturkommunu fram til jólar. Hetta merkir, at tú lættliga kanst kunna teg um hvat fer fram.
Síggj jólakalendaran við at trýsta á reyða bjálkan í høgru síðu.
Uttan iva eru fleiri tiltøk, sum enn ikki eru komin í jólakalendaran. Tí er møguleiki hjá borgarum at boða frá almennum tiltøkum við at trýsta á grøna knøttin ovast í jólakalendaranum, har tað stendur ‘Submit event’.
Síðan kanst tú skriva tínar kontakt upplýsingar (verða ikki vístar alment, men so vit kunnu seta okkum í samband, um spurningar eru), yvirskrift fyri tiltakið, nær og hvar tiltakið er, evt. mynd og lýsing av tiltakinum.
Vónandi verður hetta væl móttikið av eysturbúgvum. Tú kanst lata fleiri vita um jólakalendaran við at trýsta á ‘Deil/Share’ niðanfyri og deila hendan stubban á tín Facebook vanga.