Gøtubrá fyllir 10 ár

Í samband við at tað eru gingin 10 ár síðan eldrasambýlið Gøtubrá varð alment tikið í nýtslu, verður skipað fyri almennari móttøku á Gøtubrá fríggjadagin 14 november kl. 15.00-17.00.

Unn Justinussen, deildarleiðari, bjóðar vælkomin.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, ber fram eina heilsan og Halldóra Ranghamar, fyrrverandi borgarstjóri og avvarðandi, hugleiðir. Umboð fyri starvsfólk koma eisini at siga nøkur orð.

Eisini framførir Elinborg Pállsdóttir nakrar sangir, umframt at felagssangur verður við undirspæli frá Jóannes S. Hansen.

Borðreitt verður við einum drekkamunni og føðingardagskøku.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Search by