Fólkavøkstur í Eysturkommunu

Seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið í Eysturkommuna við 43 íbúgvum, úr 1.935 síðsta summar til 1.978 tann 1. august 2014. Hetta er størsti vøkstur í fólkatalið í landinum eftir Tórshavnar Kommunu, sambært Hagstovu Føroya.

Meira áhugavert er at hyggja eftir tilflyting av fólki. Eysturkommuna hevði eina nettoflyting á 30 fólk, ið eisini er næsthægst í landinum. Tað vil siga, at 30 fleiri fólk fluttu til enn tað fluttu frá kommununi.

– Vit gleðast um at síggja vøkstur í kommununi, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen. Vit stremba eftir at veita øllum okkara borgarum eina góða tænastu, umframt at vit bjóða tilflytarum vælkomnum at búsetast í okkara kommunu.

Hagstova Føroya boðaði frá í vikuni, at samlaða fólkatalið í Føroyum øktist við 239 fólkum seinastu tólv mánaðirnar. Tann 31. juli 2014 var fólkatalið 48.723, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 48.398.

Síðan 1996 er fólkatalið í teimum fimm bygdunum í kommununi vaksið við nærum 23% (sí meira her), og í dag, 15. oktober 2014, er fólkatalið komið uppá 1996.

Search by