Eysturkommuna hevur sett Agnar Josephsen í starv sum rakstrarleiðari yvir tekniska økinum í kommununi. Søkt varð í summar søkti eftir rakstrarleiðara at hava ábyrgd av øllum arbeiðinum, sum verða framd innan tekniska økið í Eysturkommunu, t.e. nýgerð, viðlíkahald, umvælingum o.ø.
Agnar, búsitandi í Klaksvík, er útbúgvin byggitøkningur og hevur seinastu tvey árini starvast sum rakstrarleiðari hjá Sp/f NH Grevstur í Klaksvík við royndum serliga innan jørð, kloakk, vatnleiðings- og betongarbeiði. Harumframt hevur hann fjølbroyttar praktiskar starvsroyndir m.a. sum húsasmiðjur, vinnukavari og sløkkiliðsmaður.
Rakstrarleiðarin kemur, undir leiðslu av tekniska leiðaranum, at hava ábyrgd av at leggja til rættis, samskipa og leiða arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum, og skal samstundis tryggja at arbeiðini verða framd innan ásettar karmar. Høvuðsábyrgdarøkini eru: drekki- og spillvatn, vegir og gøtur, havnaløg og bátahylar, bygningar, fríøki og fríðkan, ítróttarøki og spælipláss, og maskinur og amboð.
Starvið er sum so ikki nýtt, men er liður í nøkrum bygnaðarbroytingum, har m.a. nakrar uppgávur og ábyrgdir eru fluttar frá verandi arbeiðsformanni á økinum, ið nú fer at starvast sum húsavørður burturav fyri kommununa. Endamálið við hesum er at fáa ein skynsamari rakstur á økinum.
Agnar byrjar í starvinum um hálvan oktober.