Fyrsti skúladagur byrjar í morgin

Mánadagin 18. august er fyrsti skúladagur bæði í skúlanum í Eysturkommunu og í Fuglafjarðar skúla.

Næmingar í 4.-7. flokki møta kl. 9.00 og fara heimaftur kl. 9.45. Bussar koyra úr Leirvík og Syðrugøtu kl. 8.40 og úr Norðragøtu kl. 8.45, og heimaftur kl. 9.45.

Næmingar í 1. til 3. flokki eru fyrsta dagin í skúla frá kl. 11.00 til 12.00, tá ið 1. og 2. flokkur fara í frítíðaransing og 3. flokkur fer heim við bussinum.

Skúlaspírin møtir týsdagin 19. august kl. 10.00. Aftaná skúlagongdina fara børnini í frítíðaransing.
Ungir eysturbúgvar, ið byrja nýggja skúlaárið á framhaldsdeildini í Fuglafirði møta kl. 8.00 í Fuglafirði, og bussarnir koyra heimaftur kl. 9.00. Frá týsdegnum fylgja vit tímatalvuni, sigur Fuglafjarðar Skúli á heimasíðu sínari.
Search by