Eysturkommuna hevur undirskrivað sáttmála við Fuglafjarðar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt v.m. Heitið á samstarvinum er ‘Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu’.
Kommunurnar skulu yvirtaka málsøkið tann 1. januar 2015 og hava tí í langa tíð verið í samráðingum við landið og sínamillum um hetta stóra málsøkið. Nú er sáttmálin undirskrivaður og sendur til landsstýriskvinnuna til góðkenningar.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna verða klárar til hesa spennandi avbjóðing, tá málsøkið gerst kommunalt tann 1. januar 2015. Í dag eru tær grundleggjandi fyritreytirnar komnar uppá pláss við samstarvs-sáttmálanum. Tað, ið eftir er av 2014, verður so nýtt til at fyrireika yvirtøkuna.