So kom endiliga dagurin, har enn ein árgangur av pisum fóru á flog á Gøtusandi. Fitt av fólki kom saman í gjár at heiðra teimum lesandi – bæði avvarðandi, vinfólk, fyrrverandi næmingar, lærarar og starvsfólk á Studentaskúlanum. Fuglafjarðar Hornorkestur spældi til høvið, Katrina Gullaksen helt røðu fyri studentarnar og Hansy Svalbard fyri HF’ararnar. Harumframt var Magni Laksafoss gestarøðari.