Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna ungum næmingum úr 9. flokki lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi.
Ætlanin er, at tey byrja um 30. juni og arbeiða tvær vikur fram. Arbeiði inniber millum annað nakað av upprudding, at gera sniðgøtur, planta, sláa gras, mála o.a. fyrifallandi.
– Vit gleða okkum til at fáa ung í arbeiði aftur í ár, tí tey eru ófør, sigur Andreas Andreassen, tekniskur leiðari hjá Eysturkommunu. Tey eru sjónlig úti á arbeiðsmarkini og vit síggja, at tey gera mun.
Í fjør arbeiddu umleið 30 ung fyri kommununa og tey endaðu sítt arbeiðsskeið við grilling í kommunufjósinum í Syðrugøtu, har arbeiðsfólkið hjá kommununi takkaði fyri við góðum mati og sangi (hygg eftir myndum her).
Allir næmingar frá Eysturkommunu, ið hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið fáa møguleikan at arbeiða.