Sørin S. Djurhuus settur sum brunaumsjónarmaður í Eysturkommunu

Býráðið í Eysturkommunu samtykti einmælt, á býráðsfundi mánadagin 25. mai 2009, at seta Sørin S. Djurhuus í starv sum brunaumsjónarmann í Eysturkommunu.

Sørin er 52 ára gamal, giftur við Rannvá og eiga tey trý børn og er búsitandi í Norðragøtu.

Sørin hevur royndir sum lívbjargari, skúlatænari, portørur og hevur síðan 2002 verið brunaumsjónarmaður í Gøtu kommunu. Umframt hetta er Sørin útbúgvin kavari, umframt at hann hevur hópin av skeiðum og útbúgvingum innan brunaøkið. Sørin starvast í dag sum yvirportørur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Sørin S. Djurhuus byrjar í starvinum í august 2009

Search by