HOYMA bjóðar til fyrilestur og kjakkvøld fríggjakvøldið 4. november kl 20 í Glyvrahanusarhúsi undir heitinum: Úr roykstovuni og í konserthøllina – hvussu siðbundni írski tónleikurin fekk eina altjóða áhoyrarafjøld.
Írski tónleikaumboðsmaðurin og viðmerkjarin, Tom Sherlock, heldur eina framløgu við myndum og ljóðbrotum, har hann greiðir frá hvussu siðbundin írskur tónleikur hesi seinastu umleið 100 árini fór frá at vera vanligur fólkatónleikur – t.v.s. tónleikur, sum írska fólkið undirhelt sær sjálvum við heima – til at gerast eitt heimskent og víðagitið altjóða tónleikabrand. Í stuttum hvussu tónleikurin flutti seg frá roykstovudansinum til altjóða konserthallirnar.
Hetta er áhugavert fyri okkum, tí føroyskur tónleikur er í eini líknandi tilgongd, har vit byggja á herðarnar av eini sterkari tónleikasiðvenju meðan vit slóða okkum ræsur á altjóða marknaðum, skriva HOYMA fyriskipararnir í tíðindaskrivi. Vit eru spent at hoyra hvat Tom hevur at siga fáa eitt kjak um hvat vit kunnu taka til okkum og læra av hesum.